Vinnuhúsið: Tað almenna loysir ikki bústaðartørvin einsamalt

Vinnuhúsið: Tað almenna loysir ikki bústaðartørvin einsamalt
Niels Winther, stjóri, heldur, at pláss er bæði fyri privatari og almennari bústaðarbygging í senn
Vinnnuhúsið sigur, at landið eigur at javnseta kappingina millum alment og privat, soleiðis at karmarnir at byggja bústaðir verða betri og meiri rættvísir.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.03.2026 - 13:04

Bústaðartørvurin er so stórur, at tað almenna ikki fer at megna at loysa hann einsamalt.

Tað sigur Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum.

Men hann heldur kortini, at pláss er fyri bæði almennari og privatari bústaðarbygging í senn.

Sí videobrot hjá Vinnuhúsinum her:

 

 

Vinnnuhúsið skrivar, at landið eigur at javnseta kappingina millum alment og privat, soleiðis at karmarnir at byggja bústaðir verða betri og meiri rættvísir.

Í valstríðnum hevur onkur skotið upp, at tað almenna ikki skal gera bústaðir til øll, men bara til ávísar bólkar, t.d. ung, lesandi, gomul og fólk við serligum tørvi. Tað hugskotið dámar stjóranum í Vinnuhúsinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

19032026_Vinnuhusid_g_bustadir

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040