Føroya rættur latið annað fólkið í harðskapsmálinum leyst

Føroya rættur latið annað fólkið í harðskapsmálinum leyst
Ákæruvaldið hevur kært avgerðina til Landsrættin, tí allar kanningar í málinum eru ikki lidnar
 
18.01.2024 - 12:10

Føroya rættur viðgjørdi í morgun, um tvey fólk, sum eru skuldsett fyri harðskap móti einum barni, skulu sita longri í varðhaldi.

Ákæruvaldið vísti í rættinum á, at neyðugt er við longdari varðhaldsfongsling, tí ein kanning er ikki liðug. 

Men tað tók rætturin ikki til eftirtektar, og avgjørdi at lata annað annað fólkið leyst. Hitt fólkið, sum er skuldsett í málinum, vildi sjálvboðið leingja varðhaldsfongslingina eina viku.

Ákæruvaldið kærdi avgerðina um leyslatingina til Landsrættin og bað um, at fólkið, sum Føroya rættur avgjørdi at lata leyst, verður sitandi í varðhaldinum, til Landsrætturin hevur gjørt úrskurð, væntandi í morgin.

 

Skuldsett fyri grovasta harðskapin

Fólkini bæði eru skuldsett fyri harðskap móti einum tríggjar mánaða gomlum barni.

Tey eru skuldsett eftir grein 246 í revsilógini, sum er um grovasta harðskapin.

Tann greinin sigur, at hevur harðskapurin við sær annans deyð, ella er hann aðramáta so grovur, ella hevur so álvarsaman skaða við sær, at talan er um serliga skerpandi umstøður, kann revsingin vaksa til fongsul upp í 10 ár.

Barnið fekk álvarsligan skaða.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343