Bókasavnsøkið skal dagførast

Bókasavnsøkið skal dagførast
Almanna- og mentamálaráðið hevur sent fýra uppskot til kunngerðir á bókasavnsøkinum til hoyringar
 
27.01.2024 - 10:15

Talan er um uppskot til tær kunngerðir, ið landsstýriskvinnan í mentamálum varðar av, nevniliga kunngerð um bókasavnsgjald, kunngerð um skylduavhending, kunngerð um bókasavnsráð og kunngerð um stuðul til menning av fólkabókasavnstænastum.

- Við nýggju kunngerðunum fæst bókasavnslógin at virka eftir ætlan. Tørvur hevur verið á dagføringum, serliga á ljóðbókaøkinum og at tryggja rithøvundum bókasavnsgjald fyri føroyskar ljóðbøkur og e-bøkur, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.
 

Kunngerðin um bókasavnráð er nýggj
Sambært nýggju bókasavnslógini setur landsstýrisfólkið eitt bókasavnsráð, ið skal ráðgeva politisku skipanini í bókasavnspolitiskum og bókasavnsfakligum málum og at gera tilmæli um menning og samskipan av bókasøvnunum. Endamálið er at tryggja dygd og menning á bókasavnsøkinum.

Hoyringarfreistin er sett til 26. februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Andgletturin
205868
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
APO00177 - teknmálstulkað
205870
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869
Mikudag 18. mars
Trapputing í Klaksvík
205848
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826