Tænastumannakanning av Turid

Tænastumannakanning av Turid
Hoyringssvarið hjá aðalstjóranum fær ikki løgmann at broyta støðu, og nú skal rannsóknarleiðari kanna embætisførsluna hjá Turid Arge, aðalstjóra í Heilsumálaráðnum.
 
31.01.2024 - 18:05

Avgerðin er tikin í Tinganesi - løgmaður vil seta í verk eina tænastumannakanning, ið skal lýsa embætisførsluna hjá Turid Arge.

Tað ger løgmaður, tí rímuligur varhugi er um, at Turid Arge, aðalstjóri hevur sett til viks innlitslógina, fyrisitingarlógina og umboðsmannalógina.

Hon setti til viks innnlitslógina og fyrisitingarlógina, tí hon ikki gav Kringvarpinum rættar upplýsingar og neyðuga innlitið í málinum um átaluna til stjóran á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Hon setti til viks umboðsmannalógina, tí hon undir viðgerð av innlits-klagumáli frá Kringvarpinum ikki rættstundis gav Umboðsmanninum tær upplýsingar og legði fram øll tey skjøl, sum Umboðsmaðurin hevði krav uppá.

Og tí, sigur løgmaður, hevur Turid Arge ikki hildið kravið í §9 í tænastumannalógini, sum sigur at "tænastumaður skal samvitskufult halda tær fyri starv hansara galdandi reglur, og skal bæði í og uttan fyri tænastu vísa slíkan atburð, sum starvi hansara sømir."

Í sínum hoyringssvari tvíhelt aðalstjórin um, at hon einki skeivt hevði gjørt. Og Turid Arge bað tí Løgmansskrivstovuna um at sleppa málinum.

Men drúgva hoyringssvarið fær ikki Løgmansskrivstovuna at broyta meining. Løgmaður biður nú Sorinskrivaran um at tilnevna ein sonevndan "rannsóknarleiðara", sum skal standa á odda fyri tænastumannakanningini. 

Rannsóknarleiðarin skal - umframt eina frágreiðing - eisini koma við einum tilmæli, sambært §18, stk.6 í tænastumannalógini. Í hesi grein stendur at: "Tá ið rannsóknin er liðug, gevur rannsóknarleiðarin eina frágreiðing. Um landsstýrið biður um tað, skal rannsóknarleiðarin eisini koma við tilmæli um avgerð í málinum."

Turid Arge er frítikin frá øllum uppgávum sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, meðan tænastumannakanningin fer fram. Bjørgfríð Ludvig er fyribilssett sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Mikudag 18. mars
Góðan morgun Føroyar
205809
Mikudag 18. mars
Morgunlestur mikudagur 18.mars 2026
205766
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Týsdag 17. mars
Tinggáttin
205791
Týsdag 17. mars
Veðrið
205784