Liberal Alliance næststørsti flokkur á fólkatingi

Liberal Alliance næststørsti flokkur á fólkatingi
Var val nú, hevði flokkurin fingið 14,6 prosent av atkvøðunum. Sosialdemokratarnir eru framvegis størstir, men flokkurin hevði havt stóra afturgongd
Alex Vanopslagh er formaður í Liberal Alliance, og føroyingurin, Sólbjørg Jakobsen, er politiskt framsøgufólk hjá flokkinum.
 
02.02.2024 - 08:38

Liberal Alliance kann gerast næststørsti flokkur á fólkatingi.

Tað vísir nýggj veljarakanning, sum Epinion hevur gjørt fyri danska kringvarpið.

Flokkurin hevði fingið 14,6 prosent av atkvøðunum, um val var nú.

 

Sosialdemokratarnir stóra afturgongd

Bara sosialdemokratiski flokkurin hevði fingið størri undirtøku. Sambært kanningini hevði flokkurin fingið 21,6 prosent av atkvøðunum, sum eru umleið seks prosentstig minni enn á fólkatingsvalinum í 2022.

Framgongdin hjá Liberal Alliance hevur verið stór. Flokkurin lá fyri minni enn tveimum árum síðani til at fáa 1,9 prosent av atkvøðunum, og hevði sostatt ikki rokkið upp um tinggáttina.

 

50.000 vinstravelarar flýddir til Liberal Alliance

Fyrrverandi stóru flokkarnir á borgarliga veinginum, Vinstriflokkurin og teir Konservativu, fáa ávikavist 9,4 og 5,2 prosent í kanningini. Tað vil siga, at løgdu báðir flokkarnir saman, høvdu teir verið líka stórir sum Liberal Alliance í dag.

Sambært Altinget eru 50.000 vinstraveljarar farnir til Liberal Alliance, síðani Vinstriflokkurin bleiv partur av SVM-stjórnini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786