Ættleiðing krevur politiska viðgerð

Ættleiðing krevur politiska viðgerð
Løgmálaráðið kannar nú, um Føroyar kunnu fáa sína egnu ættleiðingarskipan, nú tann danska ikki er virkin longur
Løgmálaráðið kannar, hvat skal gerast við ættleiðingina.
 
03.02.2024 - 09:39

Løgmálaráðið kannar nú, um Føroyar kunnu fáa sína egnu ættleiðingarskipan, nú tann danska ikki er virkin longur.

Yvirskipað skal ein høvuðsmyndugleiki veljast. 

Høvuðsmyndugleikin skal gera tað, sum er álagt í Haagersáttmálanum frá 1993 um ættleiðing.

Ein føroyskur høvuðsmyndugleikin skal eisini átaka sær annað, sum Ankestyrelsen í dag umsitur, millum annað gera avtalu við ein ættleiðingarmiðlandi felagsskap ella myndugleika.

Hann skal eisini taka tað, sum DIA hevur í dag.

Høvuðsmyndugleikin skal eisini góðkenna samstarvsfelagar uttanlands.

Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, í svari til Una Holm Johannesen, løgtingsmann, sum spurdi um ættleiðingar úr øðrum londum.

Tekur tíð

Tað má viðgerast nærri, eisini politiskt, um Føroyar skulu fáa sina egnu ættleiðingarskipan, sigur landsstýrismaðurin.

Og tað fer at taka tíð, sigur hann. 

Verandi samstarvsavtala millum Føroyar og Danmark hevur heimild í ættleiðingarlógini. 

Soleiðis sum lógin er orðað, er samstarvið avmarkað til bara at fevna um Danmark.

Skal avtala fáast við annað land er neyðugt broyta lógina.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815