Mótmæla at Kringvarpið strikar tíðindi á enskum

Mótmæla at Kringvarpið strikar tíðindi á enskum
Janos Kovacs, sum savnar undirskriftir, sigur, at "News in English" er einasti máti at fylgja við, hvat hendir í føroyska samfelagnum
Sparitiltøk hava við sær, at Kringvarpið ikki longur hevur tíðindi á enskum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
05.02.2024 - 13:12

Útlendingar í Føroyum mótmæla nú, at Kringvarp Føroya er givið at gera tíðindi á enskum.
- "News in English" er einasti máti hjá okkum at fylgja við, hvat hendir í føroyska samfelagnum, sigur Janos Kovacs, sum hevur búð átta ár á Glyvrum, og sum nú savnar undirskriftir inn at mótmæla avgerðina hjá Kringvarpinum. 

Eisini Petra Olsen, sum arbeiðir í Tórshavnar kvøldskúla, og sum á fimta ári undirvísir útlendingum í føroyskum, harmast um avgerðina.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

05022024_Tidindi_a_enskum

 

Ivan Hentze Niclasen, kringvarpsstjóri. (Savnsmynd; Bjarni Árting Rubeksen)

 

Ivan Hentze Niclasen, kringvarpsstjóri, sigur, at sparitiltøk eru orsøkin til, at tænastan við tíðindum á enskum er tikin av.

Men arbeitt verður við øðrum møguleikum, sigur hann:

 

05022024_Ivan_Niclasen

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890