1067 útlendingar fingið arbeiðsloyvi eftir snarskipanini

1067 útlendingar fingið arbeiðsloyvi eftir snarskipanini
Úrslitini av eftirlitsátøkunum eru ymisk, men sum heild eru arbeiðsplássini á heilt góðari leið, sigur landsstýrismaðurin í lógarmálum
Nógvir útlendingar arbeiða á fiskavirkjum. (Savnsmynd)
 
05.02.2024 - 15:17

Síðani snarskipanin - Fast Track-skipanin  - kom í gildi í november 2021, hava 1067 útlendingar fingið arbeiðs- og upphaldsloyvi í Føroyum. 

Tað vísa tøl hjá danska útlendingastýrinum.

60 fingu arbeiðs- og uppihaldsloyvi í 2021, 635 í 2022, og fyribilstalið fyri í fjør er 372.

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, hevur svarað fyrispurningi frá Kristionnu Winther Poulsen, løgtingskvinnu.

 

Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna, hevur spurt um snarskipanina - Fast Track. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Smidligari skipan

Snarskipanin hevur gjørt tað smidligari at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya, og hon hevur eydnast væl, sigur Bjarni Kárason Petersen.

Skipanin hevur havt við sær, at nógv fleiri útlendskir arbeiðstakarar eru komnir til landið, eisini fleiri ófaklærd, og nógv skilja ikki enskt.

Upplýsingaru eru um, at bústaðarviðurskiftini hjá fleiri útlendskum arbeiðstakarum eru ikki góð, og hetta er sjálvsagt ikki nøktandi, sigur landsstýrismaðurin.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið ger saman við TAKS og løgregluni eftirlitsátøk.

 

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Á góðari leið

Arbeiðs- og brunaeftirlitið upplýsir, at úrslitini av átøkunum eru ymisk, men tey flestu arbeiðsplássini er á heilt góðari leið. Hóast eftirlitsátøkini verða gjørd, er eingin trygd fyri, at tey raka júst arbeiðspláss, har trupulleikar eru.

Bjarni Kárason Petersen sigur, at kanska eiga fleiri krøv at verða sett arbeiðsgevarum um eitt nú at kunna arbeiðstakaran á einum máli, sum viðkomandi skilur, og um sømilig bústaðarviðurskifti.

Hann sigur eisini, at møguliga eigur eftirlitið við snarskipanini at gerast betri við fleiri stakroyndum av arbeiðsgevarum og arbeiðstakarum og fleiri almennum eftirlitsátøkum.

Men skall hetta setast i verk, má orka setast av, til sigur Bjarni Kárason Petersen í svarinum til Kristionnu Winther Poulsen.

Les alt svarið her.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Mads Erlend Ystmark um LÜT
201518
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Rod Usher um Alienated
201517
Hósdag 22. januar
Kvørnin: Trý nýggj stakløg
203086
Hósdag 22. januar
Nýtt ljóð
203080
Hósdag 22. januar
Breddin: Revsitollur og handilskríggj
203070
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839