Einki føroyskt eftirlit við uppsøgdum útlendingum

Einki føroyskt eftirlit við uppsøgdum útlendingum
Snarskipanin gevur føroysku vinnuni lættari atgongd til arbeiðsmegi úr londum uttan fyri ES. Men hvat hendir við útlendskum arbeiðstakaranum, tá teir verða sagdir úr starvi?
 
06.02.2024 - 15:40

Í Føroyum eru umleið 10 ymisk uppihaldsloyvi. Eitt av hesum uppihaldsloyvum er snarskipanin, sum kom í gildi í 2021.

Snarskipanin gevur vinnuni lættari atgongd til arbeiðsmegi úr londum uttan fyri ES, og skipanin er í gildi, so leingi arbeiðsloysið er undir 3,5%.

Í 2023 fingu 372 uppihaldsloyvi gjøgnum snarskipanina.

Men hvat hendir við teimum, tá føroyskir arbeiðisgevarar siga tey úr starvi? 

Bakkafrost, Bakkafrost á Glyvrum

Caption: 
Bakkafrost á Glyvrum.

Tann 08. november 2023 fingu 140 fólk uppsagnarbræv frá Bakkafrosti. Talan var bæði um føroyingar og útlendingar, segði Regin Jacobsen, stjóri, í sambandi við uppsagnirnar.

Sambært tølum, sum Kringvarpið hevur fingið frá ALS vóru 40 av teimum uppsøgdu útlendingar, og tað váttar Bakkafrost. 

RUTH_STANDUP_16_9

 

Danskir myndugleikar ábyrgd av eftirlitinum

Føroyskir myndugleikar vita ikki, hvørji hesi 40 fólkini eru, hvørji uppihaldsloyvi tey hava, ella hvar tey eru nú, tí tað er danski myndugleikin Styrelsen for International Rekruttering og Integration (SIRI), sum hevur ábyrgd av hesum eftirlitinum.

Tá ein útlendskur arbeiðstakari verður sagdur úr starvi, skal viðkomandi tískil boða SIRI frá broyttu umstøðunum. Eins og arbeiðsgevarin skal boða danska myndugleikanum frá. 

Sólva Dam er leiðari á Útlendingastovuni.

Caption: 
Sólva Dam er leiðari á Útlendingastovuni.
Solva_Dam_20240206

 

Útlendingastovan er hoyringspartur, tá ið útlendingar verða sagdir úr starvi, men eftirlitið er hjá donskum myndugleikum.

Yvirtøka av umsitingini, og harvið eftirlitinum, verður væntandi seinni í ár, sigur Sólva Dam, leiðari á Útlendingastovuni. 

 

Eftirlit skjótt á føroyskar hendur

Peningur er settur av á fíggjarlógini til yvirtøku av hesum eftirlitinum sambært landsstýrismanninum, Bjarna Kárason Petersen, sum varðar av útlendingamálum. 

Bjarni Kárason Petersen

Caption: 
Bjarni Kárason Petersen er landsstýrismaður i lógarmálum, sum varðar av útlendingamálum.
Bjarni_Karason_petersen_20240206

 

Yvirtøkan verður væntandi í vár, sigur Bjarni Kárason Petersen. Frameftir fara føroyskir myndugleikar sostatt at hava eftirlit við, hvat hendir við teimum útlendingunum, sum verða sagdir úr starvi á føroyskum arbeiðisplássum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303