Avatar Andrias lesur veðrið á fronskum, sponskum, kinesiskum og ukrainskum

Avatar Andrias lesur veðrið á fronskum, sponskum, kinesiskum og ukrainskum
VITLÍKI: Ein avatar, sum er ein eftirgjørd útgáva, av veðurmanninum Andriasi Gregoriussen, ið er gjørdur við hjálp av vitlíki, dugir at lesa veðurtíðindini á alskyns málum
Andlitsbrá og kropsmál broytast alt eftir, hvat mál Avatar Andrias tosar í videobrotinum
07.02.2024 - 16:00

Regin W. Dalsgaard, ið er ein av eigarunum av kanningarstovuni Thetis, hevur stóran áhuga í øllum, ið hevur við tøkni at gera. 

Í sambandi við kjakið um vitlíki í skúlunum, og at Kringvarp Føroyar hevur strikað ensku útgávuna av tíðindunum, hava Regin W. Dalsgaard og Andrias Gregoriussen, veðurmaður á Veðurstovu Føroya, gjørt eina roynd at automatisera sjónvarpaðu veðurtíðindini við at brúka vitlíki, ella AI. 

Teir báðir hava gjørt ein avatar, ið er ein eftirgjørdur skapningur, av Andriasi við at brúka vitlíki. 

Brádliga sær tað út til, at Andrias Gregoriussen dugir at lesa veðurtíðindini á bæði týskum, fronskum, sponskum, kinesiskum og ukrainskum. 

Regin W. Dalsgaard vísir á, at tað er serliga hugtakandi at geva gætur, at andlitsbrá og kropsmál broytast alt eftir, hvat mál, ið Avatar Andrias tosar. 

Úrslitið er nærmast ræðandi sannførandi. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860