Pedagogfelagið hevur steðg í sáttmálasamráðingunum

Pedagogfelagið hevur steðg í sáttmálasamráðingunum
Fær felagið nýtt forfólk og nýggja nevnd á aðalfundinum, eiga tey at fáa møguleika at ávirka samráðingarnar, sigur Jógvan Philbrow, formaður
Jógvan Philbrow er formaður í Føroya Pedagogfelag.
 
07.02.2024 - 15:38

Føroya Pedagogfelag hevur boðað frá steðgi í sáttmálasamráðingunum við Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafeagið, til felagið hevur havt aðalfund 2. mars.

Felagið sigur á heimasíðuni, at einki røkist fyri, at semja fæst við arbeiðsgevararnar í bræði, og tí hevur nevndin avjørt at hava steðg í samráðingununum, til eftir aðalfundin

- Við virðing fyri, at felagið møguliga hevur fingið nýtt forfólk og nýggja nevnd eftir aðalfundin, skulu hesi tá hava møguleika at ávirka samráðingarnar, skrivar Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, á heimasíðu felagsins.

Tvey valevni eru til forfólkasessin í Pedagogfelagnum á aðalfundinum. Tey eru Jógvan Philbrow og Sanna á Løgmansbø, sum er leiðari á dagstovnum Birkilund í Havn. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928