Meiriluti ímóti kirkju við Sandá

Meiriluti ímóti kirkju við Sandá
Greiður meiriluti er ímóti at staðseta kirkjuna á Argjum á fríøkinum við Sandá, vísir ein Spyr.fo-kanning.
 
10.02.2024 - 18:03

542 fólk í Tórshavnar kommunu svaraðu ymiskum spurningum í kanningini, sum hálvan januar varð gjørd fyri Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag.

Hon vísir, at tveir triðingar av íbúgvunum í Tórshavnar kommunu eru ímóti staðsetingini.

Góð 52 prosent av teimum, sum svaraðu og búgva á Argjum, taka ikki undir við, at Argja kirkja skal staðsetast á fríøkinum við Sandá, men 34 prosent tóku undir við hesi staðseting.

“Náttúrufylkingin Sandá at frama” sigur úrslitið stuðlað ta fatan, at meirilutin av borgarum í Tórshavnar kommunu, herundir á Argjum, ikki ynskir eina kirkju á fríøkinum við Sandá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328