Aðalráð skipar fyri fundum um burðardygga ferðavinnu

Aðalráð skipar fyri fundum um burðardygga ferðavinnu
Fundir vera í Havn, í Skúgvoy, Skálavík, Mikladali, Hovi, við Streymin og í Klaksvík
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sum eigur uppskotið um burðardygga ferðavnna, leggur fram á teimum átta fundunum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
13.02.2024 - 08:29

Uttanríkis- og vinnumálaráðið vil fegið vita, hvat fólk halda um lógaruppskotið um burðardygga ferðavinnu.

Tí hevur ráðið átta almennar fundir um uppskotið víða um í landinum.

Fyrsti fundurin er í kvøld í skúlanum á Giljanesi.

Fundir vera í Havn, í Skúgvoy, Skálavík, Mikladali, Hovi, við Streymin og í Klaksvík. 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, leggur fram.

Sðani eru øll vælkomin at gera viðmerkingar, at koma við atfinningum, ivamálum og uppskotum um loysnir og samstarv.

Hoyringarfreistin er til 22.februar kl.15.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342