Nógv er ofta átalað og okkurt er komið aftrat

Nógv er ofta átalað og okkurt er komið aftrat
Batar eru í landsroknskapinum fyri 2022 sammett við 2021. Men framvegis eru nógv viðurskifti, sum ofta eru átalað, og nýggj eru komin aftrat
Løgtingið er biðið um at góðkenna landsroknskapin fyri 2022, men við nógvum viðmerkingum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
16.02.2024 - 07:10

Batar eru í landsroknskapinum fyri 2022 sammett við 2021.

Men framvegis eru nógv viðurskifti, sum ofta eru átalað, og nýggj eru komin aftrat.

Tað sigur fíggjarnevndin í álitinum um uppskotið hjá løgtingsgrannskoðarunum um landsroknskapin fyri 2022. 

Nevndin tekur undir við viðmerkingunum, sum løgtingsgrannskoðararnir leggja dent á í sínum uppskoti.

Fíggjarnevndin sigur, at hon hevur fingið at vita frá Fíggjarmálaráðnum, at miðað verður eftir at hava fullfíggjaðan landsroknskap í ár.

Asfaltverkið

Fíggjarnevndin heldur ikki, at arbeiðið við asfalt-og skervverkinum er nóg væl loyst.

Verkið var liðugt í fjør. Tað skuldi upprunaliga kosta 50,5 mió.kr., men kostaði 61,1 mió.kr. 

Roynt verður at koma á mál við einari semju í vár um almennar byggiverkætlanir.

Samskifti er við allar flokkar og limirnar í fíggjarnevndini, sigur Fíggjarnevndin.

Løgmaður hevur sagt við nevndina, at eingin orsøk er at steðga arbeiðinum við vanligum byggiverkætlanum til semjan er gjørd. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558