41 umsóknir um stuðul

41 umsóknir um stuðul
Tilsamans 41 umsóknir komu um stuðul til gransking og til arbeiðsmarknaðargransking hesaferð, og tað eru seks fleiri enn í fjør.
Her verður granskað í svimjing
 
17.02.2024 - 09:54

Av teimum 41 vóru 15 umsóknir til ph.d.-verkætlanir, og tað vísir seg, at kvinnurnar eru ídnari at granska, tí 25 verkætlanarleiðarar eru kvinnur og 16 menn.

Tilsamans verður søkt um góðar 38,6 milliónir krónur.

Løgtingið hevur í ár játtað níggju milliónir krónur til stuðul til gransking í ár, og tað er hálvonnur millión meira enn undanfarin ár.

Fíggingin til arbeiðsmarknaðargransking stavar frá fænum í Frítíðargrunninum, og í mesta lagi hálvtriðja millión krónur er tøk til stuðul í ár.

Nú verða allar umsóknirnar kannaðar og mettar, áðrenn endalig støða verður tikin til teirra, og umsøkjararnir fáa sær svar í seinasta lagi tann 1. juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809