Afturvendandi skeivleikar hjá grannskoðaravirkjum

Afturvendandi skeivleikar hjá grannskoðaravirkjum
Grannskoðaraeftirlitið sigur, at starvsfólk á grannskoðanarvirkjum hava ikki fingið nóg góða frálæru
Grannskoðaraeftirlitið sigur, at grannskoðanarvirki hevur ikki gjørt nøktandi skrivligar váðametingar, politikk og mannagongdir í sambandi við hvitvask. (Savnsmynd)
 
27.02.2024 - 08:30

Skeivleikar hjá grannskoðaravirkjum í 2022 eru ikki bara tað árið, men afturvendandi ár um ár.

Tað sigur Grannskoðaraeftirlitið í ársfrágreiðingini fyri 2022 og 2023.

Grannskoðaraeftirlitið nevnir millum annað, at starvsfólk á grannskoðanarvirkjum hava ikki fingið nóg góða frálæru.

Eitt annað er, at grannskoðanarvirki hevur ikki gjørt nøktandi skrivligar váðametingar, politikk, mannagongdir ella eftirlitsskipanir sambært lógini um hvítvask.

Eftirlitið sigur eisini, at grannskoðarin hevur ikki goymt skjalprógv um, at hann hevur verið á eftirliti í vørugoymsluni hjá grannskoðaðu fyritøkuni. 

 

Góðskueftirlit á tveimum virkjum

Grannskoðaraeftirlitið avgjørdi í 2022, at góðskueftirlit verður aftur hjá tveimum grannskoðaravirkjum, har tað skal staðfestast, um tilmælini í sambandi við undanfarna eftirlitið eru komin í rættlag.

Í einum føri hevur Grannskoðaraeftirlitið gjørt av, at eftirlitið verður endað uttan onnur tiltøk.

Grannskoðaraeftirlitið heldur tó, at góðskueftirlitsfrágreiðingarnar fyri 2022 ikki geva Grannskoðaraeftirlitinum orsøk til at leggja nakað mál fyri Grannskoðaranevndina. 

Avgerð er ikki tikin enn um eftirlitini í 2023.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890