30 milliónir til at fyrireika útboð

30 milliónir til at fyrireika útboð
Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur biðið løgtingið um í mesta lagi 31 mió. kr. til prosjektering fram til útboð til kampuss
Kampuss á Frælsinum í Havn.
 
28.02.2024 - 05:32

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur biðið løgtingið um í mesta lagi 31 mió. kr. til prosjektering fram til útboð av felagsbygningi til kampuss hjá Fróðskaparsetrinum. 

Felagsbygningurin til kampuss er kjarnin í yvirskipaðari heildarætlan frá 2018 um at savna alt virksemið hjá Fróðskaparsetrinum í lestrar- og granskingarbýling, sum umfatar økið á Frælsinum, í Nóatúni og á Debesartrøð.

Felagsbygningurin verður 8.000 fermetrar.

Ósbjørn Jacobsen í Henninglarsen North Atlantic vann arkitektakappingina í juni í fjør.

Ongar viðmerkingar

Prosjekteringin, sum nú er biðið um pengar til, umfatar skipanaruppskot,  prosjektuppskot,  forprosjekt og høvuðsprosjekt.

Lógaruppskotið er gjørt í samráði við Fíggjarmálaráðið, Landsverk og Fróðskaparsetrið.

Almenn hoyringarfreist var í tríggjar 3 vikur.

Ongar viðmerkingar vóru um uppskotið, sigur barna- og útbúgvingarmálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928