Flestu málini eru um arv og hjúnaskilnað

Flestu málini eru um arv og hjúnaskilnað
Rættarhjálpin fekk 842 fyrispurningar í fjør, 21 fleiri enn í 2022
Rættarhjálpin, sum byrjaði í 1996, hevði slakar 18.500 kr. í halli í fjør. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
28.02.2024 - 08:30

Arvur og hjúnaskilnaður standa ovast í hagtølunum hjá Rættarhjálpini fyri 2023.

16,86 prosent av fyrispurningunum í fjør vóru um arv og skifti og 7,13 prosent um sundurlesing og hjúnaskilnað.

Rættarhjálpin hevur til endamáls at bjóða fría løgfrøðiliga hjálp og ráðgeving til einstaklingar.

 

Fleiri kvinnur

Fleiri kvinnur enn menn venda sær til Rættarhjálpina. Í fjør komu góð 54 prosent av fyrispurningunum frá kvinnum.

Rættarhjálpin fekk 842 fyrispurningar í fjør, 21 fleiri enn í 2022.

Nógv tey flestu, sum brúka Rættarhjálpina, eru millum 30 og 65 ár. Og nógv tey flestu búgva í Suðurstreymi ella í Nólsoy.

Rættarhjálpin, sum byrjaði í 1996, hevði slakar 18.500 kr. í halli í fjør.

Danska løgmálaráðið læt 460.000 kr. í stuðli í fjør. Úr landskassanum komu 50.000 kr.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928