VIDEO: Eldur var í fýrrúminum

VIDEO: Eldur var í fýrrúminum
Hóast løgreglan og sløkkiliðið vóru skjót á staðið, tá boðað var frá eldi í City Church í Havn, so fekk City Church stóran skaða
Mathias Dimon Næs
Sløkkiliðið var skjótt á staðnum, og tað gekk somuleiðis skjótt at sløkkja eldin í City Church
28.02.2024 - 11:30

Boðað var frá, at eldur var í City Church í Havn klokkan 18 minuttir yvir midnátt.

Tá var opin eldur í tí ovara partinum av bygninginum, har sum oljufýringin er.

Løgreglan og sløkkiliðið vóru skjót á staðið, og sjúkrabilar vórðu eisini boðsendir. 

Eldurin var sløktur klokkan hálvgum tvey.

Eingin var inni, tá eldur kom í. Og eingin fólkaskaði var.

Men City Church fekk stóran skaða, sigur politiið. Har er bæði eldskaði, roykskaði og vatnskaði.

 

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723