Liðug at kanna møguleikan fyri kommunusamanlegging

Liðug at kanna møguleikan fyri kommunusamanlegging
Arbeiðsbólkurin fer at leggja frágreiðingina fram fyri Fámjins, Tvøroyrar og Hvalbiar kommunum 9. mars
Hesi mannaðu arbeiðsbólkin, sum hevur kannað fyrimunur og vansar at leggja kommunurnar í Hvalba, Fámjin og á Tvøroyri saman.
 
28.02.2024 - 13:55

Arbeiðsbólkurin, sum seinasta árið hevur kannað vansar og fyrimunir við samanlegging av Fámjins, Tvøroyrar og Hvalbiar kommunum, er nú liðugur við sína frágreiðing.

Tað váttar Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu.

Hann sigur, at kommunan hevur fingið boð frá arbeiðsbólkinum um, at frágreiðingin er liðug, men enn er hon ikki latin kommununum, og tískil hevur Kristin Michelsen ikki sæð ella lisið frágreiðingina enn.

 

Allar kommunur bodnar við

Tað stóð øllum sjey kommununum í Suðuroy í boði at gerast partur av arbeiðnum at kanna vansar og fyrimunir við kommunusamanlegging í oynni, men bert Fámjins kommuna, Tvøroyrar kommuna og Hvalbiar kommuna vóru áhugaðar í at gerast partur av arbeiðsbólkinum, sum bleiv mannaður við tveimum umboðum úr hvørjari av teimum trimum kommununum.

Kristin Michelsen sigur við Kringvarpið, at kommunan hevur fingið fráboðan frá arbeiðsbólkinum um, at bólkurin ætlar at leggja frágreiðingina fram fyri kommununum leygardagin 9. mars.

Tað hevur ikki eydnast at fáa viðmerking frá formanninum í arbeiðsbólkinum, sum er Róin Schrøter.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928