Gongur vinnuni ov nær

Gongur vinnuni ov nær
Kappingareftirlitið eigur ikki at sleppa at geva lógarbindandi boð um leiðreglu um vinning
Kappingareftirlitið fær ov stórar heimildir, heldur Fólkaflokkurin.
 
29.02.2024 - 06:39


Kappingareftirlitið eigur ikki at sleppa at geva lógarbindandi boð um leiðreglu um vinning. 

Her verður gingið fríum vinnulívi rættiliga nær. 

Tað heldur minnilutin í vinnunevndini hjá løgtinginum, Fólkaflokkurin, í álitinum um uppskotið hjá landsstýrinum um broytingar í kappingarlógini.

Almenni mynduleikin fær heimild at áseta fyri vinnur, hvønn vinning tær kunnu hava, sigur Fólkaflokkurin, sum hevur broytingaruppskot. 

Tað er, at heimildin hjá Kappingareftirlitinum skal bara vera galdandi í teimum førum, tá vøran ella tænastan hevur fingið stuðul, sum er ætlaður brúkaranum.

Í øðrum førum má rættarskipanin taka støðu um boð um vinning.

Endamálið við broytingaruppskotinum er at avmarka møguleikan hjá Kappingareftirlitinum at geva boð, tá talan er um marknaðargreining. 

Annars tekur Fólkaflokkurin undir við uppskoti landsstýrisins.

Meirilutin í vinnunevndini, samgomguflokkarnir og Sambandsflokkurin, tekur undir við uppskoti landsstýrisins.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392