Formansskapurin viðger samsýning og eftirløn til løgtingsfólk

Formansskapurin viðger samsýning og eftirløn til løgtingsfólk
Hetta er fyrsti fundurin í formansskapinum um tilmælið frá arbeiðsbólkinum
Bjørt Samuelsen er forkvinna í løgtinginum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.03.2024 - 11:40

Samsýning og eftirløn til løgtingsfólk eru millum málini á skránni á fundi hjá formansskapinum í løgtinginum í dag.

Hálvan februar legði ein arbeiðsbólkur, sum hevur gjørt uppskot um nýggja lønarskipan til løgtingsfólk, fram álit um broytingar í samsýningum og eftirlønum.

Størstu broytingarnar eru, at lønin hækkar slakar 7.000 krónur,  úr stívum 46.000 upp í 53.000 krónur. 

Samstundis fellur skattafría kostnaðarendurgjaldið uppá 2.000 krónur um mánaðin burtur, og eftirlønin verður broytt til 15 prosent, soleiðis at hon svarar til skipanir, sum eru galdandi fyri restina av arbeiðsmarknaðinum.

Á fundi í dag fer formansskapurin at viðgera tilmælið fyrstu ferð, sigur Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna.

Formansskapurin fer á fund klokkan eitt, og á skránni eru, umframt samsýning og eftirløn, tingskipan og freistir, eins og løgtingsarbeiðið annars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558