Danska verjan skal hava nýggj skip

Danska verjan skal hava nýggj skip
Talan er m.a. um verjuskipini, sum sigla við Grønland og Føroyar
Skipini í Thetis-klassanum er 30 ára gomul, men nú verða tey skift út, sigur danski verjumálaráðharrin. (Savnsmynd)
 
08.03.2024 - 08:35

Danska verjan skal gera íløgur í nýggj verjuskip, ið skulu koma í staðin fyri tey fýra gomlu skipini í Thetis-klassanum hjá sjóverjuni.

Tað boðar danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, frá.

Thetis-klassin er tey skipini, ið millum annað sigla við Grønland og Føroyar. Teirra uppgáva er at verja sjóumveldið hjá Danmark - ella suverænitetshævdelse, sum danir kalla tað.

 

Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

30 ára gomul

Skipini eru 30 ára gomul, og tey kunnu ikki longur loysa verjuuppgávurnar, sum Danmark hevur bundið seg til í samstarvinum við Nato. 

Ætlanin hevur verið at umvæla gomlu skipini, men nú hevur Troels Lund Poulsen broytt hugsan.

- Stutta svarið er ja. Enn veit eg ikki, um talan er um fleiri skip, men vit fara at skifta gomlu skipini út, og so mugu vit hyggja nærri at tørvinum. Tað sigur hann við grønlendska kringvarpið KNR.

Støðan í donsku sjóverjuni hevur verður nógv umrødd í Danmark. Millum annað hava somu skip ligið við maskinbreki, so einki danskt verjuskip var nærindis Grønland ella Føroyum

Skipini hava heldur ikki kunnað brúkt kanónirnar í fleiri ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938