Búfesti: Fimti hvør í hvørjum ættarliði býr ikki í Føroyum

Búfesti: Fimti hvør í hvørjum ættarliði býr ikki í Føroyum
Í tjúgu ára aldri flyta 40 prosent í hvørjum ættarliði úr Føroyum
Men hóast nógvar kvinnur flyta av landinum, so flyta nógvar teirra aftur til Føroya, vísa tølini hjá Hagstovuni. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
08.03.2024 - 14:02

Fimti hvør í hvørjum ættarliði í Føroyum býr ikki í Føroyum.

Í tjúgu ára aldri flyta 40 prosent í hvørjum ættarliði úr Føroyum.

Bara helvtin flytur heimaftur, tá tey gerast eldri. 

So fimti hvør í hvørjum ættarliði býr ikki longur í Føroyum, skrivar Hagstovan.

 

Nýtt hugtak

Búfesti er nýtt hugtak hjá Hagstovuni.

Tað lýsir, hvussu nógv í einum ættarliði framvegis búgva í Føroyum. 

Fleiri kvinnur enn menn flyta av landinum, sigur Hagstovan.

Men hóast nógvar kvinnur flyta av landinum, so flyta nógvar teirra aftur til Føroya.

Les meira her.

 

Erla Thorsteinsson, hagfrøðingur. (Savnsmynd)

 

Hoyr samrøðu við Erlu Thorsteinsson, hagfrøðing á Hagstovuni, um búfesti:

 

Erla_til_net

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928