Á Breddanum: Javnstøða í fíggjarpolitikkinum

Á Breddanum: Javnstøða í fíggjarpolitikkinum
Orðaskifti verður í sendingini millum politikarar og fakfelagsforkvinnur
Hesar fýra fara at kjakast um javnstøðu í fíggjarpolitikkinum í Breddanum í dag.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.03.2024 - 09:25

Leggjast skal upp fyri javnstøðu í fíggjarpolitikkinum. 

Tað sigur forkvinnan í fíggjarnevndini, men fakfelagsforkvinnur finnast at samgonguni fyri ikki at gera nóg mikið fyri teir fakbólkar, har kvinnur eru í meiriluta.

Politikarar og fakfelagsforfólk hittast í útvarpsstovuni.

Kjak verður millum Eyðgunn Samuelsen, forkvinnu í figgjarnevndini, Honnu Jensen í Framsókn, Mary Antonsdóttir, forkvinnu í Heilsuhjálparafelagnum, og Óluvu í Gong, forkvinnu í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar.

Enn eina ferð verður tosað um kommunusamanlegging í Suðuroy. Men hvat er tað, sum nú liggur á borðinum?

Breddin í útvarpinum klokkan 10. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928