Bjørn Kunoy fyrsti sendimaður í Washington

Bjørn Kunoy fyrsti sendimaður í Washington
Nýggj sendifólk eru eisini tilnevnd í Beijing, Telaviv og Keypmannahavn
Bjørn Kunoy verður sendimaður á nýggju føroysku sendistovuni í Washington.
 
19.03.2024 - 15:10

Bjørn Kunoy verður fyrsta sendifólkið á nýggju sendistovuni í Washington, sum eftir ætlan letur upp 1. september í ár.

Tað upplýsir Uttanríkis- og vinnumálaráðið.

Bjørn Kunoy var sendifólk í Moskva frá 2015 til 2018.

 

Áki Johansen.

 

Telaviv

Áki Johansen, sum í løtuni er sendifólk í Telaviv, verður nýggjur sendimaður í Beijing.

Hann hevur verið i Telaviv síðani  2021. Frammanundan hevur hann í tveimum umførum verið sendimaður í London. 

Áki Johansen avloysir Sigmund Ísfeld, ið hevur verið sendimaður í Beijing síðani 2019.

Petur Petersen er tilnevndur nýggjur sendimaður í Tel Aviv. Hann hevur verið fyrisitingarleiðari í Uttanríkistænastuni síðani 2020. Frá 2015 til 2020 var hann sendimaður í Reykjavík.

 

Gunnar Holm-Jacobsen.

 

Keypmannahavn

Gunnar Holm-Jacobsen, ið hevur verið stjóri í Uttanríkistænastuni síðani 2013, er tilnevndur nýggjur sendimaður í Keypmannahavn.

Árini 2008 til 2012 var hann sendimaður í Brússel.

Gunnar Holm-Jacobsen avloysir Jóannes V. Hansen, ið hevur verið sendimaður í Keypmannahavn síðani 2019.

 

Taka við 1. september

Tey fýra sendifólkini taka við 1. september í ár, og tá koma Sigmundur Ísfeld og Jóannes V. Hansen tá heimaftur í Uttanríkistænastuna at starvast.

Av teimum seks sendifólkunum, ið eru úti í løtuni, eru tríggjar kvinnur og tríggir menn.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928