Tá bøndur hertóku Havnina

Bøndur í øllum meginøkinum fór í morgun í traktorarnar og til høvuðsstaðin, fyri at mótmæla lógaruppskotinum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um burðardygga ferðavinnu. 

Gjøgnum allan dagin løgdust traktorar afturat stóra traktorfylginum, so hvørt tað nærkaðist Havnini. 

Myndir: © Bjarni Árting Rubeksen

Tá ið traktorfylgið um middagsleitið kom til høvuðsstaðin, var tað so stórt, at tað typti ferðsluna í Havnini.

Traktorararnir flaggaðu við Merkinum, men vóru undir uppsýni av løgregluni, meðan teir koyrdu runt í Havnini.

Tá traktorfylgið nærkaðist løgtinginum, so skuldi okkurt eyka til.

Jákup Pauli í Eyðansstovu, bóndi á Giljanesi,valdi at klíva upp á tøðtangan, ið var króktur í fremsta traktorin.

Og við Merkinum, tøðtanganum og Jákup Paula í Eyðansstovu, bónda á Giljanesi, á odda, koyrdi traktorfylgið framvið Føroya høgtvirda tingi.

Landsins fólkavalda kvinnur og menn brutu tingfundin av, fyri at eygleiða sermerkta mótmælisfylgið.

"Leingi livi frælsið og ongarrætturin. Tey hoyra saman. Sendið hasar h*******  kommunistarnar til har, ið kaffi grør. Her hava teir einki at gera," rungaðu herrópini, tá traktorfylgið framvið løgtinginum.

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, var eisini komin út í tún at eygleiða serliga mótmælisfylgið.

Tvey ættarlið av Eyðansstovu-monnum, Jákup Pauli og pápin Erik.

Er kopiera