Innflutningurin minkaður 1,2 milliardir - bíligari olja er høvuðsorsøkin

Innflutningurin minkaður 1,2 milliardir - bíligari olja er høvuðsorsøkin
Innflutningurin av brennievni og øðrum oljuúrdráttum minkaði umleið 600 milliónir kr., tí prísurin er lækkaður
Oljan er vorðin bíligari, og tað sæst aftur í innflutningstølunum hjá Hagstovuni. (Savnsmynd)
 
20.03.2024 - 15:19

At oljan er vorðin bíligari, sæst aftur í innflutningstølunum hjá Hagstovuni fyri tíðarskeiðið januar í fjør til februar í ár.

Innflutningurin hetta tíðarskeiðið var 1,2 milliardir kr. minni enn somu tíð 12 mánaðir frammaundan, ella 9,4 prosent minni. 

Innflutningurin av brennievni og øðrum oljuúrdráttum minkaði umleið 600 milliónir kr., tí prísurin er lækkaður.

Innflutningsprísurin á brennievni á sumri í 2022 var meira enn átta krónur liturin, men seinastu tíðina hevur hann ligið millum fimm og seks krónur liturin, sigur Hagstovan. 

Innflutningurin til beinleiðis nýtslu er minkaður 492 milliónir krónur, ella 9,3 prosent, frá januar í fjør til februar í ár.

Innflutningurin til nýtslu í framleiðsluni er minkaður 190 milliónir krónur, ella 4,1 prosent.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087