Landsrætturin viðger mál um kokainsmugling

Landsrætturin viðger mál um kokainsmugling
Ein kvinna krógvaði kokain í móðutskeiðini, og Føroya rættur dømdi hana seks ára fongsul.
Kvinnan noktar seg seka at hava smuglað kokain til Íslands, og tað er henda partin av dóminum í Føroya rætti, sum hon hevur skotið inn fyri landsrættin. (Savnsmynd)
 
21.03.2024 - 08:20

Landsrætturin fer í dag viðgera ein dóm um at smugla rúsevni til Føroya.

Ein kvinna í 30'unum var í Føroya Rætti dømd seks ára fongsul fyri at smugla kokain til Føroya. Hetta var í juni í fjør.

Kvinnan er úr Dominikanska lýðveldinum. Hon hevði m.a. krógvað tað í 63 posum við 10 gr. av kokaini í hvørjum í móðurskeiðini. 

Kvinnan hevði ferðaseðil til Íslands dagin eftir.

 

Eisini smuglað til Íslands

Í sambandi við kanningar í málinumm, vóru, sambært løgregluni, funnin prógv fyri, at kvinnan eisini hevði smuglað 900 gr. av kokaini um Føroya til Íslands.

Ábendingar eru um, at hesi 1,5 kilo'ini av kokaini helst vóru ætlað íslendska marknaðinum, og tey 900 grammini, sum ongantíð eru funnin, eru helst eru latin víðari til onkran. 

Tollvaldið var við til at avdúka smuglingina.

 

Kært til landsrættin

Kvinnan hevur kært dómin til Landsrættin við kravi um frídøming fyri tey 900 grammini av kokaini, sum løgreglan ikki hevur funnið, men sum skulu vera smuglað til Íslands. 

Hon noktar seg seka í í ákæruni um hetta. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493