Vilja vita meir um neurologiskar sjúkur hjá føroyskum børnum

Vilja vita meir um neurologiskar sjúkur hjá føroyskum børnum
Stór granskingarverkætlan er í løtuni í gongd, sum skal kanna títtleikan av neurologiskum sjúkum hjá føroyskum børnum og avbjóðingarnar, ið standast av sjúkunum
 
03.04.2024 - 12:06

Autisma, adhd, epilepsi og cerebral paresa. Hesar eru bert nakrar av neurologisku sjúkunum, sum fleiri føroysk børn hava.

Títtleikin av neurologiskum sjúkum millum børn og ung í aldrinum 0 til 18 ár er millum 3,5 og 10 prosent í øðrum londum. 

Hvussu støðan heilt neyvt er í Føroyum, veit ongin.

Ikki fyrr enn nú. Tí saman við øðrum er Tórunn Højgaard Ósá, sjúkrarøktarfrøðingur og granskari, farin undir eina granskingarverkætlan, har tey millum annað vilja finna útav, hvussu nógv børn í Føroyum hava eina neurologiska sjúku, og hvørjar stóru avbjóðingarnar hjá børnunum og teimum avvarandi eru.

- Henda verkætlanin er býtt í tvey, soleiðis at vit fyrst hava eina títtleikakanning, har vit eisini finna útav, júst hvørjar neurologiskar sjúkur eru millum børn og ung í Føroyum. Næsta kanningin er um svøvnin, tí hesi børnini hava svøvntrupulleikar. Harafturat vilja vit kanna, um ein sonevndur tónakoddi kann betra um teirra svøvn, sigur Tórunn Højgaard Ósá um granskingarverkætlanina, sum byrjaði í januar í fjør og eftir ætlan heldur fram til 2026.

Sambært Tórunn Højgaard Ósá kunnu úrslitini frá granskingini koma væl við á fleiri mótum.

- Tølini kunnu brúkast til at kunna bæði heilsuverkið og almennar myndugleikar, kunna foreldur og áhugafeløg, kunna barna- og útbúgvingarmálaráðið soleiðis at vit kunnu seta rætt av. Eitt sindur av vitan er um hesi børnini, men ynskið er at fáa meira vitan, soleiðis at vit kunnu seta betur inn. Í mun til tónakoddan vilja vit fina útav, um hann kann vera partur av røktar- og viðgerðarætlanum til hesi børnini við genetiskum, neurologiskum sjúkum, sigur Tórunn Højgaard Ósá. 
 

1664262

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. mai
Morgunlestur mikudagur 22. mai 2024
175330
Mikudag 22. mai
LEITISSTEIN 21.05.2024 (Týr)
175393
Týsdag 21. mai
Samværi 036 - at útseta
175144
Týsdag 21. mai
Góðan morgun Føroyar 21.05.24
175349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066