Hondbóltur: Pernille vann á Janu

Hondbóltur: Pernille vann á Janu
Pernille Brandenborg og Jana Mittún stóðu yvirav hvørji aðrari, tá København Håndbold og Viborg spældu ímóti hvørjum øðrum í gjár. Endin var, at Pernille og tær vunnu greitt
Pernille Brandenborg og København Håndbold vunnu greitt á Janu Mittún og Viborg
Mynd: København Håndbold  
 
18.04.2024 - 12:14

Pernille Brandenborg og Jana Mittún eru vanliga liðfelagar á føroyska landsliðnum, men í gjár stóðu tær yvirav hvørji aðrari í donsku hondbóltskappingini.

København Håndbold vitjaði Viborg í danska endaspælinum og tað vóru gestirnir við Pernille Brandenborg á liðnum, sum vunnu á Janu Mittún og Viborg.

Fyrri hálvleikur var javnur, og bert tvey mál vóru á muni í steðginum, men í seinna hálvleiki megnaði Viborg ikki at fylgja við, og København Håndbold vann 38-31. 

Føroysku landsliðsspælararnir skutu tvey mál í part. København Håndbold er í løtuni á 2. plássið í bólkinum við fýra stigum, meðan Viborg einki stig hevur fingið enn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 15. juli
Biltúrurin 5: Koyrt verður í Havn
176612
Mánadag 15. juli
Søgan um Hank Williams (5:8)
176858
Mánadag 15. juli
Morgunlestur mánadagur 15. juli 2024
177833
Sunnudag 14. juli
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
178020
Leygardag 13. juli
Morgunlestur leygardagur 13. juli 2024
177414
Nýggjastu sendingar í SV