Politiið fingið fleiri fráboðanir um tilgjørdar nakinmyndir

Politiið fingið fleiri fráboðanir um tilgjørdar nakinmyndir
Fleiri av hesum myndunum eru helst gjørdar við vitlíki, men fyri tað kunnu tær verða mettar sum blúnisbrot, sigur Katrin Thorsvig Hansen, sjefákæri hjá politinum
Katrin Thorsvig-Hansen, sjefákæri hjá politinum
Mynd: Bjarni Á. Rubeksen  
 
18.04.2024 - 17:30

Síðstu tíðina hevur politiið fingið fleiri fráboðanir um tilgjørdar ella manipuleraðar nakinmyndir, sum eru lagdar út og deildar á sosialum myndum.

Fleiri av hesum myndunum eru helst gjørdar við vitlíki, men fyri tað kunnu tær verða mettar sum blúnisbrot upp á sama máta, sum um talan var um fotomyndir:, sigur Katrin Thorsvig Hansen, sjefákæri hjá politinum. 

Tá ið onkur finnur útav, at ein tilgjørd ella manipulerað mynd er løgd út og deild á sosialum miðlum, eru hyggjuráðini at gera vart við seg alt fyri eitt:

At leggja út og deila nakinmyndir á sosialum miðlum er ólógligt og revsivert - eisini, hóast talan er um myndir, sum eru gjørdar við vitlíki.

Tí kemur politiið eisini við eini áheitan á øll um at hava góðan og siðuligan atburð, eisini á netinum, tí hetta er ikki at spæla við.

INNSLAG_Katrin_Thorsvig_Hansen_18042024


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949