Mentanarvikan kveikir lív í útboðið av tilboðum í Runavíkar kommunu

Mentanarvikan kveikir lív í útboðið av tilboðum í Runavíkar kommunu
Mentanarvikan kveikir lív útboðið av tilboðum í Runavíkar kommunu, og so virkar hon eisini samansjóðandi fyri tær 15 bygdirnar í kommununi, heldur Beinta Gaardbo, samskipari
Bárður Veihe
Beinta Gaardbo, samskipari í VisitRunavík, hevur úr at gera í hesum døgum, nú mentanarvikan í Runavík fer av bakkastokki í vikuskiftinum
19.04.2024 - 19:38

Á VisitRunavík hevur Beinta Gaardbo, samskipari, úr at gera í hesum døgum. 

Árliga mentanarvikan í Runavíkar kommunu fer av bakkastokki í vikuskiftinum. 

"Mentanarvikan er umráðandi fyri, at fólk í kommununi hava eina viku um árið, har tey kunnu fara til tiltøk av alskyns slagi," heldur Beinta Gaardbo. 

Sjálv gleðir samskiparin seg nógv til fyrstu útgávuna av tiltakinum Hitt á Glyvrum, sum eru stovukonsertir á sama hátt, ið fólk kenna tað frá Hoyma í Gøtu.

 

Samansjóðar

"Vit leggja okkum at koma út til allar tær 15 bygdirnar í kommununi í sambandi við mentanarvikuna. Á tann hátt hevur mentanarvikan eisini ein samansjóðandi virkna fyri kommununa. 

Men mentanarvikan kveikir eisini lív í útboðið av tilboðum í kommununi, heldur Beinta Gaardbo, samskipari.

Mentanarvikan í Runavík kommunu verður sett í Gulu smiðju í Saltangará í morgin, sunnudagin, kl. tvey. 

Øll skráin fyri mentanarvikuna í Runavík kann lesast inni á heimasíðuni Mentanarvikan.fo

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Morgunlestur leygardagur 14.mars 2026
205073
Fríggjadag 13. mars
Valkøn: 13. mars
205606
Fríggjadag 13. mars
Vikuskiftið 13 mars 2026
205599
Fríggjadag 13. mars
LEITISSTEIN 13.03.2026
205593
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604
Fríggjadag 13. mars
Veðrið
205595
Fríggjadag 13. mars
Tá røktin ikki røkkur - teknmálstulkað
205591