Betrideildin: Klárar B36 at steðga Víkingi?

Betrideildin: Klárar B36 at steðga Víkingi?
Tað er stóri spurningurin undan dystinum millum Víking og B36 í Norðagøtu í dag. Aðrastaðni tekur 07 Vestur ímóti Skála, og NSÍ vitjar í Fuglafirði
Dan Brimsvík og B36 hava illa ráð at tapa, um teir skulu fylgja við í toppstríðnum
Mynd: savnsmynd  
 
21.04.2024 - 14:17

B36 hevur ila ráð at tapa í dystinum ímóti oddaliðnum, Víkingi, sum tekur ímóti í Sarpugerði seinnapartin.

Árstalsfelagið er fimm stig aftanfyri Víking og HB, sum liggja fremst við 15 stigum í part, og tvey stig aftanfyri KÍ, sum er komið upp á 12 stig við sigrinum á B68 í gjár.

Vinnur Víkingur í dag, er B36 brádliga átta stig aftanfyri teir ljósabláðu, og hóast stutt er ligið av kappingini, verður tað meir enn torført at fáa vælspælandi víkingarnar aftur.

Kringvarpið sigur frá dystinum í Sarpugerði beinleiðisí útvarpinum klokkan 15:00.

 

Venjaraleysir fuglfirðingar taka ímóti NSÍ

ÍF tók avleiðingarnar av vánaligu byrjanini upp á kappingina fyrr í vikuni, tá Aleksandar Jovevic varð sendur til hús.

Bolt.fo skrivar, at Jákup Martin Joensen og ÍF hava tosað saman, men enn er ikki greitt um fyrrverandi EB/Streyms- og HB-venjarin skal taka yvir í Fløtugerði.

Tískil skal ÍF royna seg ímóti NSÍ uttan venjara, og runavíkingar mugu metast at vera favorittar eftir góðu byrjanina, sum teir hava fingið við níggju stigum fyri fimm teir fyrstu dystirnar.

07 Vestur hevur eisini fingið eina góða byrjan, og vágamenn eru favorittar, tá Skála vitjar á Dungasandi. Teir appilsingulu hava ikki vunnið síðan í 1. umfari, meðan 07 Vestur hevur 10 stig.

 

Betrideildin, 6. umfar

15:00 Víkingur - B36
15:00 07 Vestur - Skála
17:00 ÍF - NSÍ

 

HB og KÍ vunnu 
Fríggjakvøldið vann HB tepran heimasigur á EB/Streymi. Filip Djordjevic legði sundalagsmenn framum við brotssparki, men Áki D. Samuelsen javnaði stutt eftir - eisini úr 11 metrum - og seint í dystinum avgjørdi sami maður. KÍ fekk trý stig á heimavølli ímóti B68 í gjár. Páll Klettskarð heldur fram við málskjótingini. Framherjin skoraði tvey mál fyri steðgin, og Pætur Petersen økti í seinna hálvleiki við sínum fyrsta máli fyri KÍ.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. februar
Bolero
203894
Sunnudag 8. februar
Gudstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203891
Sunnudag 8. februar
Akademia:"Mentan og samleiki"
203815
Leygardag 7. februar
PLÁTUPANELIÐ #037 (Laurel Canyon)
203877
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864
Fríggjadag 6. februar
Úr savninium: Við Naddoddi um hav
203854