Mett fyri minni: Soleiðis bakar tú greytbollar

Mett fyri minni: Soleiðis bakar tú greytbollar
Her er uppskriftin til bollarnar, sum tey á Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík bakaðu burtur úr gomlum havragreyti
 
22.04.2024 - 16:00

Hvønn fríggjadag gera næmingarnir á Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík døgurða burtur úr matrestum frá vikuni.

Í triðja parti bakaðu tey m.a. bollar burtur úr havragreyti, sum tey høvdu etið til morgunmat.

Her er triði partur av Mett fyri minni

 

Greytbollar 12 stk.

25g av ger

1 dl flógvum vatni

Uml. 400 g av havragreyt

2 tesk av salti

1 súpisk av sukri

100 g av fullkornshveitimjøli

400 g av hveitmjøli

 

Loys gerina upp í flógva vatninum, og rør restina av tilfarinum í, hveitimjølið seinast og elt væl til deiggið sleppir í latinum.( kanst eisini koyra alt tilfarið í rørmaskinuna í uml. 8. min)

Deiggið skal verða klistrut.

Set deiggið at ganga á flógvum stað í uml. 45 min.

 

Hita ovnin til 250 0 C hita bakarovnsplátuna í ovninum.

Skeiða bollarnir á bakipappír stroy evt, haragrýn omaná og lat ganga í 10 min

 

Tak plátuna úr ovninum og flyt bollarnir við pappírinum á plátuna.

 

Koyr hitan niður til 225 o C og baka mítt í ovninum í uml.15-20 min.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763