Arbeiðsloysið 1,1 prosent í mars

Arbeiðsloysið 1,1 prosent í mars
Nýggjastu tølini frá Hagstovuni vísa, at arbeiðsloysið í Føroyum var 1,1 prosent i mars. Sama tíðarskeið í fjør var arbeiðsloysið 0,8 prosent.
 
23.04.2024 - 15:34

Arbeiðsloysið í Føroyum var 1,1 prosent í mars. Tað svarar til 346 fulltíðararbeiðsleys. Tað eru 111 fleiri fólk enn sama tíðarskeið í fjør.

Í fjør var arbeiðsloysið 0,8 prosent við 255 fulltíðararbeiðsleysum. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya. 

Nógv fleiri menn enn kvinnur eru arbeiðsleysir. 203 menn eru fulltíðararbeiðsleysir, arbeiðsleysu kvinnurnar eru 143 í tali. 

Arbeiðsloysið er minst í Norðoyggjum, tað var 0,4 prosent í mars. Arbeiðsloysið er størst í Suðuroynni, tað var 3,4 prosent í mars.

Av teimum 346 arbeiðsleysu fólkunum, eru 8,5 prosent langtíðararbeiðsleys, sum svarar til 34 fólk. Tað merkir, at tey hava verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037