Tríggir tiknir á Fjøruvegnum

Tríggir tiknir á Fjøruvegnum
Nýggi Fjøruvegurin, sum gongur úr Runavík inn á Glyvrar, var eitt gott mið hjá politinum í nátt, tá ið ferðmátingar vórðu gjørdar í Eysturoynni.
Fjøruvegurin, sum gongur úr Runavík og inn á Glyvrar, roynist politinum sum gott mið til ferðmátingar
 
26.04.2024 - 09:49

Tríggir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt, og teir koyrdu allir á Fjøruvegnum, har mest loyvda ferðin er 50 km/t.

Ein fekk klipp í koyrikortið, ein nýggjur bilførari fekk koyriforboð og tann triði fekk eina treytaleysa frádøming av koyrikortinum. Ferðin hjá teimum trimum lá millum 81 og 110 km/t.

Politiið steðgaði eisini einum bilførara í norðurøkinum í gjárkvøldið, sum blóðroynd varð tikin av. Illgruni var um, at hann var ávirkaður av øðrum enn rúsdrekka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392