Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eftir 20 ára fráveru: Icelandair flýgur aftur til Føroya
Eftir 20 ára fráveru: Icelandair flýgur aftur til Føroya
Nýggja farleiðin hjá Icelandair millum Keflavík og Vágar fer at skapa nógvar møguleikar í samstarvi millum Føroyar og Ísland, vænta fólk
01.05.2024 - 19:00
© Bjarni Árting Rubeksen
Tað var um middagsleitið, at Dash 8 flogfarið hjá Icelandair setti seg á flogvøllinum í Vágum.
Lendingin skilmarkaði, at 20 ára fráveran hjá íslendska flogfelagnum í Føroyum nú er av.
Veðrið var av tí allarfagrasta, tá Dash 8-flogfarið hjá Icelandair bleiv beint upp á pláss frammanfyri farstøðina hjá Vága floghavn. Nýggja farleiðin er eitt samstarv millum Atlantic Airways og Icelandair.
Icelandair fer at flúgva millum Keflavík og Vágar fimm til seks ferðir um vikuna frá í dag av og til 26. oktober. Dash 8-flogførini, sum fara at flúgva á farleiðini, taka 75 ferðafólk.
Fyrsta flogfarið á nýggju farleiðini hjá Icelandari millum Keflavík og Vágar var fullsett. Í flogfarðinum í dag vóru 10 journalistar úr USA. Áhugin hevur verið stórur, bæði úr USA og úr Íslandi, sigur samskiftisstjórin í Icelandair, Guðni Sigurðsson.
Icelandair fegnast um góðu undirtøkuna fyri nýggju farleiðini millum fólk í Norðuramerika. "Ein av orsøkunum til, at vit flúgva millum Keflavík og Vágar, er fyri at skapa eitt flogsamband fyri tey, sum vilja koma higar úr Norðuramerika," segði Guðni Sigurðsson, samskiftisstjóri hjá Icelandair.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, fegnaðist um, at flogsamband nú er millum Føroyar og Ísland fimm til seks ferðir um vikuna, tí tað skapar nýggjar ferða- og vinnumøguleikar fyri føroyingar.
Eingin móttøka uttan okkurt gott ábit og ein leskandi dropa.
Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága floghavn, hevur eisini allar orsøkir til at smílast. "Vit liva av ferðafólkaavgjøldum og tí, ið ferðandi brúka á flogvøllinum. So vit fegnast um, at eitt flogfelag afturat hevur valt at flúgva til Føroyar," staðfesti hann.
Sølu- og marknarðarstjórin í Icelandair, Tómas Ingason, vísti á, at nýggja farleiðin knýtir Føroyar upp í góða rutunetið, sum Icelandair frammanundan hevur til Norðuramerika og Grønlands. Longu nú er stórur áhugi fyri Føroyaleiðini, staðfesti hann.
Nýggja farleiðin hjá Icelandair millum Keflavík og Vága floghavn letur eisini dyrnar upp fyri størri samstarvi millum Føroyar og Ísland, og tí vóru nógv umboð fyri stjórninar í báðum londunum til móttøkuna í Vága floghavn í dag.
Áhugin fyri nýggju farleiðini er longu stór, sigur Icelandair, og tað eigur at vera søtir tónar í oyrunum hjá Guðrið Højgaard, stjóra í Visit Føroyar.
Íslendski uttanríkismálaráðharrin, Thórdís Kolbrún Reykfjörd Gylfadóttir, var eisini hjástødd, tá nýggja farleiðin hjá Icelandair millum Keflavík og Vága floghavn varð sjósett - ella fór á flog - í dag.
Manningin á fyrsta túrinum hjá Icelandair á nýggju Føroyaleiðini. Frá vinstru: Kristján Arnar Jakobsson, flogskipari, Laufey Bjarnadóttir, flogterna, Sigrún Helga Hólm, flogterna, og Jóhann Atli Hafliðason, stýrimaður.
|