Grøn gleði í Hoyvíkshøllini

Grøn gleði í Hoyvíkshøllini
Gleðin var ovurstór í grønu leguni, tá Kyndil tryggjaði sær sítt fyrsta FM-heitið síðani 2019. - Tað er fullgjørt, staðfesti Turið Arge Samuelsen, eftir triðja sigurin á StÍF
06.05.2024 - 17:32

Øll í grønum stórgleddust, tá Kyndil tryggjaði sær sítt fyrsta føroyameistaraheiti síðan 2019.

Kyndil vann triðju finaluna á StÍF - ikki á Nabb, men í Hoyvíkshøllini - og so kundu tær grønu taka ímóti steypinum og gullheiðursmerkjunum.

 - Tað er fullgjørt, staðfesti Turið Arge Samuelsen, sum varð suverenur toppskjútti í SMS-deildini. 

 - Vit settu okkum fyri at vinna alt, sum vinnast kundi. Stórsteypadyst, grundspæl, steypafinalu og nú FM, segði stórskjúttin, sum hevur skorað næstan 700 mál síðstu árini. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210