- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kringvarpið og uttanlandstíðindi
Tann stóri munurin á uttanlandstíðindum og innlandstíðindum hjá Kringvarpinum er, at vit hava ikki okkara egnu journalistar á staðnum nakrastaðni úti í heimi. Tað merkir, at vit gera ikki sjálvstøðug tíðindi haðani. Vit ringja ikki til talsfólk hjá t.d. ísraelsku stjórnini ella Hamas ella ST.
Í staðin brúka vit tilfar frá tíðindastovum (news agencies) og frá øðrum miðlum. Tíðindastovur eru slíkt sum Associated Press (AP) og Reuters. Teirra journalistar gera tíðindi, sum so verða seld til miðlar í nógvum londum. Vit eru haldarar hjá teimum og hava so atgongd til teirra myndir og tilfar. Hesar tíðindastovur hava ofta sera høgt trúvirði, tá ið slíkt verður mátað og mett.
Umframt tíðindastovur sitera vit aðrar miðlar, sum vit meta sum álítandi. Viðhvørt bara ein – men tað merkir ikki, at vit bara hava sæð málið hjá hesum miðli. Fyri næstan allar søgur, vit fortelja, er galdandi, at tær verða bornar fram av fleiri altjóða miðlum tann dagin.
Okkara fyrsta raðfesting so at siga hvønn dag er at bera føroysk tíðindi. Tað eru bara vit føroysku miðlar, sum gera tað (stórt sæð), og okkara týdningarmesta fólkaræðisuppgáva er at fortelja føroyingum, hvat gongur fyri seg í teirra egna samfelag.
Sjálvandi ber til at spyrja: “Hví tóku tit ikki júst handan ræðuleikan upp?” og: “Hví gera tit ikki meir við hasa útsøgnina?” Og tá um útland ræður, er svarið: 1) Tí vit eru ikki til staðar og hava ikki egið innlit, men líta á okkara starvsfelagar hjá tíðindastovum og altjóða miðlum og 2) Tí vit raðfesta vanliga føroysk tíðindi fremri enn útland og skulu velja tær 2-3 týdningarmestu tíðindasøgurnar uttan úr heiminum tann dagin.
So. Hvat merkir tað so fyri miðlabrúkaran, sum hevur áhuga fyri til dømis konfliktum úti í heimi? Eg vildi sagt, at hjá okkum kann tú fáa eina fatan av, hvørjar stórhendingar eru úti í heimi í dag. Men ikki eina fullfíggjaða fatan. Tað kunnu vera heilir heimspartar, sum ikki eitt orð er um ein einstakan dag. Neyvan tí at onki hendi har tann dagin – men tí vit eru ein lítil miðil í heimshøpi, sum velur hart nøkur fá tíðindi út hvønn dag. Um fólk vilja fylgja neyvt við í til dømis krígnum í Gaza, so vildi eg viðmælt at fylgt við í altjóða miðlum við fólki á staðnum og við høgum trúvirði.
Eg skilji væl, at júst konfliktin í Gaza av ymsum átrúnaðarligum/politiskum/mentanarligum ávum hevur ein serligan áhuga hjá summum føroyingum. Men eg meti framvegis, at Kringvarp Føroya skal ikki geva seg út fyri at vera ein miðil, sum dekkar málið tætt – tí tað eru vit ikki. Vit eru ikki á staðnum, og vit hava ikki møguleika at gera egnar metingar um atsóknir, útsagnir o.s.fr. Og vit eru ein miðil, sum fyrst og fremst skal gera tað – egin tíðindi, føroysk tíðindi – dekka okkara egna øki.