Semingsmaðurin skal hava svar á middegi

Semingsmaðurin skal hava svar á middegi
Arbeiðarafeløgini fingu eitt semingsuppskot í nátt
Terje Sigurðsson, semingsmaður, hevur givið arbeiðarafeløgunum til á middegi at svara upp á semingsuppskotið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
11.05.2024 - 11:03

Tá klokkan var farin av eitt í nátt, handaði semingsmaðurin, Terje Sigurðsson, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelagið, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag eitt semingsuppskot.

Partarnir skulu svara í seinasta lagi á middegi í dag.

Terje Sigurðsson fæst einki at siga enn um støðuna, og um hvørjar vónir hann hevur til, at partarnir taka undir við uppskotinum.

- Men tá mann ger eitt uppskot, hevur mann eina vón, sigur hann í stuttari viðmerking.

Um sáttmálarnir fara úr gildi, ber til hjá pørtunum at lýsa ein arbeiðssteðg sambært avtaluni um fráboðanarfreist. 

Avtalan sigur, at ein møguligur arbeiðssteðgur skal fráboðast við í minsta lagi 48 tímum til á middegi ella á midnátt og kann ikki fráboðast, fyrr enn sáttmálarnir eru farnir úr gildi, og semingsstovnurin er givin við semingsroyndum sínum.

Havnar Arbeiðskvinnufelag samráðist ikki saman við hinum feløgunum, men fyri seg sjálvt.

Tær samráðingarnar vórðu steðgaðar fyribils í gjár, og verða tiknar upp aftur, tá samráðingarnar hjá hinum feløgunum eru avgreiddar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425