Vilhelm leigaður út til Katar

Vilhelm leigaður út til Katar
Føroyski hondbóltsspælarin skal spæla tvær styttri kappingar við felagnum Al Arabi í Katar
Vilhelm Poulsen (til høgru) í EM-nærdysti ímóti Slovenia. Bakkurin spælir í løtuni í Katar
Mynd: Kollektif  
 
23.05.2024 - 11:24

Føroyski landsliðsbakkurin Vilhelm Poulsen, sum fyri kortum skrivaði undir sáttmála við týska felagið Hannover-Burgdorff, er leigaður út til Katar.

Har skal hann spæla fyri Al Arabi, sum hevur heimstað í høvuðsstaðnum, Doha, í tveimum styttri steypakappingum, skrivar portal.fo.

Vilhelm Poulsen og nýggju liðfelagarnir spældu seg í gjár í finaluna í Quatar Cup við 30-28 sigri á Al-Ahli. Føroyingurin skeyt fýra mál av høgra bakki.

Vilhelm Poulsen skal í mesta lagi spæla fimm dystir í Katar, skrivar portal.fo.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV