Á Breddanum: Støðan í verkfallinum

Á Breddanum: Støðan í verkfallinum
Verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum hevur nú vart í góðar tvær vikur, og á midnátt fer Havnar arbeiðskvinnufelag eisini í verkfall
Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, og Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, vera í Breddanum í dag.
 
28.05.2024 - 09:08

Verkfallið hevur nú vart í meiri enn tvær vikur, og við fráboðanini frá Havnar arbeiðskvinnufelag í gjár, um at arbeiðskvinnurnar í Havn eisini fara í verkfall, tykist einki røkjast fyri, at partarnir nærkast - heldur tvørturímóti

Og sum frálíður rakar verkfallið breitt.

Bæði handilshillar og bensinstøðir eru tómar.

Hinvegin er nógv rusk, og tað hópar seg upp á dagstovnum, sum noyðast at lata aftur. Fólk sleppa ikki til arbeiðis, og tey fáa tískil ikki løn, fyrr enn verkfallið er av.

Men hvussu er støðan millum partarnar, nú verkfall hevur verið í góðar tvær vikur?

Tað viðgera vit í Breddanum í dag.

Sonja Jógvansdóttir, samskipari hjá verkafjøldini, og Niels Winter, stjóri í Vinnnuhúsinum, sum umboðar arbeiðsgevararnar, vera í útvarpsstovuni.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Sendingin verður stroymd her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Nýggjastu sendingar í SV