7,5 mió. kr. afturat til serviðgerðir uttanlands

7,5 mió. kr. afturat til serviðgerðir uttanlands
Eykajáttanin verður samtykt, men peningurin kann ikki takast av avlopinum hjá Apoteksverkinum, tí heimild er ikki fyri tí
Heimild er ikki til at nýta avlop hjá Apoteksverkinum at rinda eykajáttan til serviðgerðir uttanlands
 
08.10.2013 - 09:21

Løgtingið fer í dag at atkvøða um eykajáttanina til serviðgerðir uttanlands. Landsstýrið biður um 7,5 milliónir krónur til sjúklingar, sum skulu av landinum til viðgerðar. Og landsstýrið ætlar at taka pengarnar frá avlopinum hjá apotekunum. Men tað vil Fíggjarnevndin ikki. Nevndin vil ikki vera við til at bróta apotekslógina, sigur hon.

Landsstýrið ætlaði at lata yvirskotið hjá Apoteksverkinum fara til serviðgerðirnar fyri at fáa hækkingina útreiðslu-neutrala. Skrivarin hjá Fíggjarnevndini minti á, at lógin um Apoteksverkið, sigur, at avlopið hjá Apoteksverkinum fellur til Apoteksgrunnin.

Sunn fornuft

Men í Fíggjarmálaráðnum svaraði ein ráðgevi, at tá landskassin í nógv ár hevur rindað hallið hjá Apoteksverkinum, eigur avlopið hjá Apoteksverkinum eisini at fara í landskassan. Tað er sunn fornuft, segði ráðgevin. Og Apoteksgrunnurin er í veruleikanum ikki er til longur. Hann er tikin við í landsroknskapin, legði hann afturat.

Kortini er lógin, sum sigur, at Apoteksgrunnurin eigur avlopið, ikki broytt samsvarandi tí. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur sagt við Fíggjarnevndina, at hann ætlar at fáa apotekslógina broytta í hesari tingsetuni. Hann væntar tí at fáa pengarnar frá avlopinum hjá apotekunum, soleiðis sum landsstýrið alla tíðina hevur ætlað.

Eykaskattur á vinnuna

Tingið skal eisini í dag viðgera uppskotið hjá landsstýrinum um hægri eykaskatt á alivinnuna og fiskivinnuna. Og uppskotið um at minka rentustuðulin skal harafturat viðgerast í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179