Sjóuppmerking og vitaverk yvirtikin

Sjóuppmerking og vitaverk yvirtikin
Frá í dag verður Sjóvinnustýrið myndugleiki, tá tað ræður um sjóuppmerking og vitaverk.
Sjóvinnustýrið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.06.2024 - 10:09

Í dag, 1. juni, verða sjóuppmerking og vitaverk yvirtikin sum føroysk málsøki.

Hetta merkir millum annað, at frá í dag av verður Sjóvinnustýrið myndugleiki, tá ið ræður um sjóuppmerking og vitaverk.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið skrivar á síni heimasíðu, at umsóknir viðvíkjandi sjóuppmerking, undir hesum umsóknir um at flyta sjóuppmerkingar, verða eftir 1. juni latnar Sjóvinnustýrinum.

Í hesum sambandi verður víst á, at umsókn viðvíkjandi sjóuppmerking skal latast Sjóvinnustýrinum seks vikur, áðrenn sjóuppmerkingin verður sett í verk. Eisini verður víst á, at sjóuppmerking ikki lógliga kann setast upp, broytast, flytast ella takast burtur uttan loyvi frá Sjóvinnustýrinum frammanundan. 

Fráboðanir um skaða, feil, brek, mangul og annað við vita, sjóuppmerking, siglingarskipan, fráboðanarskipan og annað verða framvegis latnar MRCC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053