Eingin kongsvitjan á hesum sinni

Eingin kongsvitjan á hesum sinni
Løgmansskrivstovan og Kongshúsið arbeiða við at finna nýggja dagfesting til vitjanina.
Vitjanin hjá Fríðriki kongi og Mary drotning, sum skuldi vera í næstu viku, er útsett.
 
05.06.2024 - 13:40

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur gjørt av at útseta kongshjúnavitjanina, sum eftir ætlan skuldi vera frá 12. til14. juni.

Orsøkin er óvissa støðan við verkfallinum.

“Eg eri sera harmur um, at vit mugu útseta kongshjúnavitjanina. Eg veit, at  mong við mær hava glett seg til at taka ímóti Fríðriki kongi og Mary drotning. Fyrireikingarnar hava gingið væl, og nógv fólk hava lagt stóra orku í at seta saman eina spennandi og fjølbroytta skrá, men vitjanin verður flutt og hildin, tá ið umstøðurnar at hava eina kongaliga vitjan eru tær røttu”, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í tíðindaskrivi.

Løgmaður sigur við útvarpið, at  fyrireikingarnar til kongsvitjanina hava ikki verið til fánýtis:

 

Aksel_um_kongsvitjan

 

Løgmansskrivstovan og Kongshúsið arbeiða við at finna nýggja dagfesting til vitjanina, stendur í tíðindaskrivinum frá Løgmansskrivstovuni. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337
Sunnudag 8. mars
Gudstænasta úr Vestmanna kirkju
205299