Oyggjaleikanevndin er mannað

Oyggjaleikanevndin er mannað
Teitur Samuelsen er formaður í nevndini og hevur fíggjarligu og umsitingarligu ábyrgdina
Hesi manna nevndina, sum fer at skipa fyri oyggjaleikunum í Føroyum í 2027.
 
06.06.2024 - 15:59

Seks fólk eru í Oyggjaleikanevndini 27, sum skal standa á odda fyri leikunum í Føroyum í 2027.

Oyggjaleikanevndin 27 hittist fyri fyrstu ferð í dag.

Talan er um eina fyrireikingarnevnd við seks limum, sum hvør í sínum lagi hava ábyrgdina av ymsum viðurskiftum á Oyggjaleikum 2027.

Teitur Samuelsen, stjóri í p/f Eystur- og Sandoyartunlar, er formaður í Oyggjaleikanevndini 27 og hevur fíggjarligu og umsitingarligu ábyrgdina av leikunum.

Annleyg Lamhauge úr Visit Faroe Islands fer at hava ábyrgd fyri flutningi, gisting og vistarhaldi, men fyrstu tíðina er Guðrið Højgaard, stjóri í VFI, í nevndini fyri Annleyg.

Niels Mortensen, stjóri í p/f SMS, hevur handilsliga og sponsor-partin um hendi, meðan Doris Bjarkhamar, ráðgevi á løgmansskrivstovuni, situr við ábyrgdini fyri heilsu- og trygdarmálum.

 

Teitur Samuelsen er formaður í Oyggjaleikanevndini. 

 

Tveir limir úr ÍSF

Tveir limir í Oyggjaleikanevndini 27 eru úr starvsnevndini í Ítróttasambandi Føroya. Limirnir eru Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti, og Anna Maria Toftegaard, starvsnevndarlimur.

Elin Heðinsdóttir Joensen hevur ábyrgdina av ymsum tiltøkum á leikunum so sum setan, endahátíð og onnur ítróttalig og mentanarlig tiltøk, meðan Anna Maria Toftegaard fer at hava ábyrgdina av teimum mongu sjálvbodnu, burðardygd, kunning og sosialum miðlum.

Umframt hesi seks fólkini eru John Kjær, serligur oyggjaleikaráðgevi, og Solby Christiansdóttir, oyggjaleikasamskipari, eisini knýtt at nevndini, og væntast kann, at onnur verða knýtt at nevndini, so hvørt sum leikirnir nærkast.

 

Kappast í 14 ítróttagreinum

13. juli er árligi aðalfundurin hjá altjóða oyggjaleikanevndini, IIGA, í Orknoyggjunum, sum hýsir leikunum næsta ár. Á hesum aðalfundinum verður endaliga samtykt og staðfest, at Føroyar skulu hýsa Oyggjaleikum 2027. Oyggjaleikanevndin 27 tekur formliga við eftir summarfrítíðina.

Oyggjaleikir eru í Føroyum í døgunum 3.-9. juli 2027, og kappast verður í 14 ítróttagreinum. Tær 14 eru: Badminton, bogaskjóting, borðtennis, fimleikur, flogbóltur herundir eisini sandflogbóltur, fótbóltur, frælsur ítróttur, judo, kurvabóltur, súkkling, skjóting, svimjing, tennis, triatlon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423