Vága Floghavn verður opin týsdagin

bannari
Vága Floghavn verður opin týsdagin
Samhugaverkfallið hjá Starvsfelagnum merkir ikki, at Vága Floghavn noyðist at steingja. Men floghavnin kann tó bara vera opin í átta tímar samanhangandi
Í eini verkfalsstøðu kann Vága Floghavn hava opið átta samanhangandi tímar um døgnið.
 
09.06.2024 - 10:06

Starvsfelagið hevur lýst samhugaverkfall fyri sáttmálaøkið, ið umfatar Føroya Tele, Posta og Vága Floghavn. Samhugaverkfallið kemur í gildi, klokkan seks týsmorgunin.

Samhugaverkfallið hjá Starvsfelagnum rakar tó ikki Vága Floghavn so hart, at floghavnin noyðist at steingja.

Grein-27 í sáttmálanum millum Starvsfelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag um Vága Floghavn sigur, at í eini verkfalsstøðu kann flogvøllurin hava opið fyri vanligum rakstri átta samanhangandi tímar um døgnið. Harumframt skal flogvøllurin verða opin til sjúkraflutning, bjarging og leiting eftir tørvi.

Sambært heimasíðuni hjá Vága Floghavn skulu sjey flogfør lenda í Vágum týsdagin. Fyrsta flogfarið týsdagin lendir klokkan 12:40. Tað seinasta flogfarið, sum kemur úr Keypmannahavn og skal lenda klokkan 20:15 týskvøldið, er tó avlýst. Fimm flogfør fara úr Vágum týsdagin, sambært heimasíðuni hjá Vága Floghavn. Fyrsta flogfarið fer úr Vágum klokkan 07:45.

Til samanberingar lenda 10 flogfør í Vágum í morgin, og sambært heimasíðuni hjá Vága Floghavn fara eisini 10 flogfør úr Vágum í morgin.

Við útvarpið í gjárkvøldið segði Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, at samhugaverkfall verður týsdagin, og er tað galdandi fyri sáttmálaøkið, ið umfatar Føroya Tele, Posta og Vága Floghavn. Súni Selfoss vildi ikki siga, hvussu leingi samhugaverkfallið varir.

Niels Vinther, stjóri í Vinnuhúsinum, sigur við Vágaportalin, at Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur biðið Fasta Gerðarættin taka støðu til, um samhugaverkfallið hjá Starvsfelagnum er lógligt ella eitt óheimilað stríðsstig. Málið skal viðgerast í gerðarættinum sum eitt skundmál, og Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur biðið um, at avgerð verður tikin, áðrenn samhugaverkfallið skal koma í gildi, eftir ætlan klokkan seks týsmorgunin. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. desember
Jambalaja - 201225
201796
Leygardag 20. desember
Upp á tá - 191225
201791
Fríggjadag 19. desember
Vikuskiftið 19 des 2025
201783
Fríggjadag 19. desember
RagnarRokk: Peavy Wagner um A New World Rising
201758
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775
Fríggjadag 19. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201757
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723