So var gerandisdagur aftur

So var gerandisdagur aftur
Vørur eru aftur at fáa í handlinum
Mynd: © Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.06.2024 - 13:41

Seinastu vikurnar, verkfall hevur verið, hava handilshillarnar verið mestsum tómar, men nú er gerandisdagur aftur.

Í nátt vóru vørur koyrdar út í handlarnar, og frukt og grønmeti eru eisini at fáa í summum handlum.

Væntandi ganga nakrir dagar, áðrenn alt er, sum tað var, áðrenn verkfallið byrjaði.

Og sambært einum adjunkti í búskaparfrøði á Fróðskaparsetrinum, munar lønarhækkingin og lønarlyftið, sum arbeiðarafeløgini hava fingið, so væl, at keypiorkan hjá verkafólki er umleið tann sama, sum hon var, áðrenn prísvøksturin tók dik á seg.

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen:

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392