- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bygnaðarbroytingar á flogvøllinum
09.10.2013 - 10:49
Innlendis›Samfelag
Bygnaðarbroytingar á flogvøllinum
Fíggjarleiðarin hevur sagt seg úr starvi, men starvið verður ikki lýst leyst

Virksemið á flogvøllinum skal lagast til nýggjar tíðir og nýggj krøv
Bygnaðarbroytingar verða gjørdar í umsitingini í P.f. Vága floghavn. Fíggjarleiðarin, Regin Jacobsen, hevur sagt seg úr starvi. Men Vága floghavn fer ikki at lýsa eftir nýggjum fíggjarleiðara, sigur stjórin á flogvøllinum, Jákup Sverri Kass. Virksemið á flogvøllinum skal lagast til nýggjar tíðir og nýggj krøv.
Flogvøllurin var partur av Statens Luftfartsvæsen til í januar 2008, tá partafelagið Vága floghavn varð stovnað. Trakstyrelsen hevur nú eftirlit við flogvøllinum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Skráin á Tjóðpallinum 2026/27, fyrsta konsertin við Leu Eyðbjørg í Føroyum
213426
Nýggjastu sendingar í SV












